Sangir

Almikið árið líður - 540

540
Almikið árið líður,
og summar farið er,
av landi fuglur flýgur,
og brátt er foldin ber.
 
2. So broytist ár og dagur,
sum sólin skiftir leið.
Vár Guð, sum øllum ræður,
hann eina broytist ei.
 
3. O, hjálp oss góði Harri
at broytast rættan veg,
at vinna til tín nærri
og meir at elska teg.
 
4. Tá syndin vil meg villa,
vís tú mær rættan veg;
tá Sátan vil meg spilla,
ber skjøldur fyri meg.
 
5. Lat reina frukt meg bera
mín lívsins heystardag,
og síðan hjá tær vera
og syngja einglalag.
 
W.W. Hou. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 295.

Aftur
Send fyrispurning