Sangir

Allar mínar keldur, tær eru í tær - 649

649
Allar mínar keldur, tær eru í tær!
Tað var Guðsorðið í gomlum døgum
til ta fólkaferð, stakt í søgum,
sum aldi upp Harrans móður hjá sær.



2. Allar mínar keldur, tær eru í tær!
Tað var Guðsorðið í fylling tíðar,
Tá hann føddist, ið heimin fríar,
Tá Maria moy hann hjá sær bar.



3. Allar mínar keldur, tær eru í tær!
So ljóðar aftur, og himin opin,
Faðirrøddin við Jesudópin:
Sonur mín! Kærastur ert tú mær.



4. Allar mínar keldur, tær eru í tær!
Tað var Guðsorðið á náðar døgum
til tað baðið, so stakt í søgum,
Andansbað, sum Harri í sær bar.



5. Allar mínar keldur, tær eru í tær!
Tað er Guðs tala úr himnasølum
til tann dóp, sum í jarðardølum
Vár Harri hann fjaldan ber í sær.



6. Allar mínar keldur, tær eru í tær!
Jørð skalt tú nýggja og himnaeingir,
fólka-, tungu- og stjørnumeingið
og alt, sum eg ævigt í mær bar.

Aftur
Send fyrispurning