Sangir

So vakrar moyggjar


1. So vakrar moyggjar og knappar menn,
sum kunnu teirra gerning gera,
væl finna kanst tú í Føroyum enn,
tí her er gaman at vera.
Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll
at siga søgur bæði um menn og trøll;
stuttligt er har,
tað tykist mær,
ið hvat so aðrir teir halda.


2. At reka seyð, tað so stuttligt er,
at kasta nót og halda snøri;
hvør lítil drongur so glaður fer
at stinga fliður í fjøru;
og tá ið piltur fer at fiska síl,
í fikku fær hann sær ein góðan drýl:
niðan í dal hann fara skal at fáa agn fyri flundru.


3. Í øðrum londum tey gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja:
“týskar klumpar” og “franska sós”
og mangt og hvat tey saman vevja.
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið;
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur sum mær dámar.

Aftur
Send fyrispurning