Sangir

Veturin kom við kulda og kava


1. Veturin kom við kulda og kava
ringt er hjá seyðnum, hart er at skava,
kalt er í berligum bóli.
Lágt stendur sólin og tíðliga skýmir,
burtur úr túninum hundurin rýmir,
inni situr kúrandi Óli.



2. Gler er í á og skalvur í brekku
rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
Óli er grammur í huga,
situr og hugsar um summar og gleði,
fuglur var kátur og lambið var fegið;
nú hómast ikki ein fluga.



3. Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av gørðum.
“Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!”
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.

Aftur
Send fyrispurning