Sangir

Nú liggur ein kavafonn


1. Nú liggur ein kavafonn tindi á,
og gler er áum og tjørnum,
og stormurin leikar um fjøllini há;
nú er einki veður hjá børnum.



2. Nú dagur er stuttur, og nátt er long,
og glerpípur hanga úr taki,
og títtlingur høvur sítt undir vong
nú stingur hálvdeyður í raki.



3. Nú sita smábørn í stovu still
og lurta so væl eftir søgum
um menn so góðar og trøll so ill,
sum livdu í avgomlum døgum.



4. Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
sum kongsdóttur vann sær til brúður,
um Krákudóttur, sum fekk ein mann,
ið var sær ein kongssonur prúður.



5. Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð,
um Trónd og um Sigmund hin reysta,
um bardagar miklar og harðligt stríð,
um vápnaleikin hin mesta.



6. Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
tær leggja vit okkum í minni,
tær læra vit fegin í hópatal
á kvøldi í stovuni inni.



7. Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
á fagrasta hásummarsdegi,
og blómubros leikar um víðan vøll;
– tá fáa vit almikla gleði.



Símun av Skarði. Ungu Føroyar, januar 1907

Aftur
Send fyrispurning