Sóljugentan
1. Í bø eg gangi tá blómur spretta,
eg gleðist yvir at skjótt er vár –
tá kemur til mín ein lítil genta,
ein søtur ungi um fimm seks ár.
2. Hon sóljutyssi í hondum hevur,
tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,
hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,
so hjartans fegin hon smílist blíð.
3. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,
hon hevur heintað tær stutt herfrá,
og um eg vil, so bert fegin tak tær,
tvey eygu siga so klár og blá.
4. So stóru gávu ei nakar gav mær,
sum hendan hondin við boð um vár,
eg pening gevi, so hon kann keypa
eitt silkiband um sítt gula hár.
5. Hon loypir frá mær við tøkk í sinni,
so kát hon dansar á vársins veg,
hon rennir frá mær og ánar ikki,
at tað var hon, sum var góð við meg.
Aftur