Sangir

Og gentan hon fer í dansin

:/: Og gentan hon fer í dansin,


so føgur og fín, :/:


:/: og bindur eitt gullband


um hjartavin sín. :/:


 


"Mín kærasta lítla genta,


bint ikki so tátt!


Tú heldur væl ikki,


eg rými í nátt?"


 


"Nei, gullbandið skal eg loysa,


eg trúgvi tær víst."


Men drongurin hvarv,


áðrenn tey fingu lýst.


 


Tá næstan eitt ár var liðið,


var hann aftur har:


"Mín kærasta genta, kom,


gift teg við mær!"


 


"Nei, nei, nú ert tú ov seinur,


eg havi ein mann.


Eg giftist tí besta,


tí besta eg fann."

Aftur
Send fyrispurning