Eg vil telja stjørnurnar
"Eg vil telja stjørnurnar, nú ið friður valdar.
Men tað er so torført at fáa allar taldar."
"Eg má brúka fingrarnar at telja tær, eg síggi."
Men á sínum hondum hevur Óli bara tíggju.
"Beinini! Ja, burtur við bæði skógv og hosu!
Eg má brúka tærnar við!" sigur hann og brosar.
"Enn er ikki nóg mikið," sigur hann og gánar.
"Tað var nógv, nógv lættari, um eg taldi mánar."
Aftur