Sangir

Lítla Elsa

Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku,
og frá pápa sínum fekk hon krússapott og krukku,
situr hon á sóljuteigi, spælir sær við bæði.
Krukkan hon skal verða málað, dukkan hava klæði.



Upp í brekku kemur kettan, setir seg hjá henni.
Elsa kínir kettuni um halan og um enni,
og hon sigur álvarsliga, sum tá prestur messa:
“Sært tú ketta, dukka mín hon er ein fín prinsessa:”



Sólin skínir fagurliga yvir teig og túgvu,
kyssir hennar rundu kinn og kínir hennar húgvu,
og tað verður tigandi og heimligt sum í kova,
sóljur leggja saman bløð – og Elsa legst at sova.

Aftur
Send fyrispurning