Eg eigi vakrar dreymar
Eg eigi vakrar dreymar
Um ta ríku verð
Eg takki fyri lívið
Mær varð givið her
Sum systrar og beiggjar
Góð vit eru við
Eru hesar oyggjar
Sum liggja lið um lið
Tær rópa
Kom, kom, kom
Niðan fjøll út á fjørð
Hoyr fuglarnar syngja um lívið á jørð
Áin hon teskar og blóman so frí
Fyllir títt sinni av ríkari tíð
Mín vinur sært tú landið og møguleikar her
Á, um eg vinni heimin, tað dýrasta sum er
Í hjarta mínum kenslur, alt eg fekk og sá
Og síggi eg tað sama í tínum eygnabrá
Tað sigur
kom, kom, kom;
stevnið frítt avstað
Lívið er ein gáva; vit eiga hendan dag
Úr sjónum hetta landið, okkum givið varð
:/: Frítt tað ert í Føroyum og gott hjá tær og mær :/:
Aftur